Innstillaður til prestastarvið á Eiði

Innstillaður til prestastarvið á Eiði
Kirkjuráðini í Eiðis prestagjaldi hava innstillað Jonhard Jógvansson, sum er ættaður úr Saltangará, til embætið sum sóknarprestur í prestagjaldinum
Jonhard Jógvansson.
Mynd: Folkakirkjan.fo  
 
01.02.2019 - 07:16

Kirkjuráðini í Eiðis prestagjaldi hava innstillað Jonhard Jógvansson, sum er ættaður úr Saltangará, til embætið sum sóknarprestur í prestagjaldinum. Tað skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni. 

Sóknarpresturin skal setast 1. juli í ár, tí Emil Olsen, sum hevur verið sóknarprestur á Eiði seinastu 35 árini, fer úr starvinum seinast í juni.

Tá Emil Olsen fer úr starvinum sum sóknarprestur, fer hann at virka sum stiftsprestur. Hann skal starvast hjá biskupi og vera honum til tænastu, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Tvær umsóknir vóru til prestastarvið í Eiðis prestagjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216