Eingin ferðsluvanlukka kravdi mannalív í fjør

Eingin ferðsluvanlukka kravdi mannalív í fjør
Ráðið fyri Ferðslutrygd boðaði í gjár frá, at eingin ferðsluvanlukka kravdi mannalív í fjør, og tað er eitt gleðiligt met.
 
04.01.2019 - 09:29

Ráðið fyri Ferðslutrygd boðaði í gjár frá, at 2018 hevur verið gleðiligt í so máta, at tað fyri fyrstu ferð í yvir 50 ár er gingið eitt heilt kalendaraár, har eingin ferðsluvanlukka hevur verið, sum hevur kravt mannalív. 

Í hesum sambandi skal eisini havast í huga, at í sama tíðarskeiði er talið av akførum tiggjufaldað, skrivar Ferðslutrygd.

Tað merkir tó ikki, at ongin fekk mein í ferðsluni, ella at eingin ferðsluóhapp vóru í 2018.

Enn eru tølini frá løgregluni ikki klár, so til ber ikki at siga, hvussu nógv ferðsluóhapp við fólkaskaða vóru í 2018. 

Undanfarnu árini hevur talið tó ligið um 30. Uppgerðin hjá ferðslutrygd vísir sostatt ikki, hvussu nógv fólk eru komin til skaða, ella hvussu álvarsligir skaðarnir eru.

Menniskjaligir feilir eru framhaldandi orsøk til yvir 90% av øllum ferðsluvanlukkum, og stóru vandarnar í ferðsluni eru ov høg ferð, rúsdrekka og gáloysni, skrivar Ferðslutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV