Fótbóltsframtíð í Suðuroy á breddan í kvøld

Fótbóltsframtíð í Suðuroy á breddan í kvøld
Fundur um framtíðina hjá felasgsliðnum TB/FC Suðuroy/Royn verður í Vági í kvøld.
 
06.11.2018 - 07:01

Enn er ógreitt um suðuroyingar fara at spæla við felagsliðinum í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum.

Í tvey ár hava tey spælt fótbólt undir heitinum TB/FC Suðuroy/Royn í Suðuroynni, men tað er ikki vist, tey gera tað aftur næsta ár.

Partarnir í felagsliðnum eru, sum skilst, ikki samdir um, hvar tey skulu spæla sínar heimadystir - hesir dystir hava higartil verið spældir á vøllinum við Stórá í Trongisvági. Tað skulu teir eisini framyvir, siga umboðini í TB, men tað kunnu tey, sum umboða FC Suðuroy ikki góðtaka og tí eru tað tey, sum stúra fyri framtíðini hjá felagsliðnum.

Í kvøld frættist væntandi meira um málið, tí formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, hevur kallað inn til kunnandi fund, sum hann rópar tað, í kvøld klokkan sjey. 

Evnið á fundinum er eittans, støðan og framtíðin viðvíkjandi fótbóltinum í sunnaru helvt av Suðuroynni - og fundurin verður í VB-húsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV