Gongur framá við samráðingunum

bannari
Gongur framá við samráðingunum
Onkrir snøklar eru ruddaðir av vegnum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Hann var á fundi við ljósmøðrafelagnum og Lønardeildini hjá FMR í gjár
 
03.11.2018 - 16:42

Tað gongur framá við samráðingunum. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, nú semingsstovnurin var á fundi við Ljósmøðrafelagið og Løndardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í gjár. Onkrir snøklar skuldu ruddast av vegnum, og tað gongur rætta vegin, sigur Terje Sigurðsson.

Steðgur er í samráðingunum í vikuskiftinum, og fundurin verður tikin upp aftur mándagin.

Semingstovnurin fór eisini undir eina semingsroynd við Skipara- og Navigatørfelagnum einumegin og Løndardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum hinumegin, fríggjadagin. Hesin fundurin verður eisini tikin uppaftur mándagin, sigur Terje Sigurðsson.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555