Ikki tikið støðu til byggiloyvi til høll á Skála

Ikki tikið støðu til byggiloyvi til høll á Skála
Býráðið vildi fyrst vita, um til ber at geva byggiloyvi. Tað ber til, sigur landsstýrið. Nú fer umsitingin at viðgera umsóknina um byggiloyvið
Turrdokkin á Skála skal innilokast, ætlar Mest.
 
28.06.2018 - 13:08

Býráðið í Runavík hevur onga støðu tikið til byggiloyvið til høllina, sum Mest ætlar at byggja á Skála.

Umsóknin um byggiloyvi kom fyri tveimum árum síðani.

Men av tí, at ætlaða byggingin er hægri enn 15 metrar, varð avgjørt at gera serstaka byggisamtykt fyri økið, har sum turrdokkin er.

Serstaka byggisamtyktin er góðkend í landsstýrinum. Umsitingin hjá kommununi fer nú at viðgera umsóknina um byggiloyvið.

Býráðsfundur er í dag, men tá er málið ikki á dagsskránni.

Næsti býráðsfundur verður 30.august.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at býráðið hevur onga støðu tikið til umsóknina um byggiloyvið.

Býráráðið vildi fyrst kanna, um til bar at gera serstaka byggisamtykt fyri økið. 

Tað ber til, sigur landsstýrið, og nú fer umsitingin hjá Runavíkar kommunu at viðgera umsóknina um byggiloyvi til høllina yvir turrdokkina, og tá tað arbeiðið er liðugt, verður málið latið Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949