Eingin stjórnarskipan í hesari tingsetuni

Eingin stjórnarskipan í hesari tingsetuni
Løgtingsformaðurin hevur einki frætt um álit frá grein 25 nevndini, sum viðger stjórnarskipanina. Uppskotið dettur burtur á ólavsøku
Álitið um stjórnarskipan kemur ikki í hesum umfarinum.
 
26.06.2018 - 10:45

Løgtingsformaðurin væntar ikki at skulu kalla tingið saman fyri ólavsøku at viðgera álitið hjá grein 25 nevndini, sum bleiv sett at viðgera uppskotið um stjórnarskipan.

Páll á Reynatúgvu sigur, at hann hevur einki frætt, sum fær hann at leggja soleiðis til rættis, at tingfólk fáa fundarboð aftur í hesari tingsetuni.

Ólavsøkudag, tá nýggj tingseta byrjar, detta uppskotið um stjórnarskipan og grein 25 nevndin burtur.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði uppskotið fyri løgtingið tann 29.september í fjør.

Uppskotið fekk ringa byrjan. Umsitingin mælti frá at viðgera málið í tinginum, tí tað var brot á tingskipanina.

Ikki búgvið

Lógargreinarnar í uppskotinum høvdu ikki viðmerkingar, og tí var tað ikki búgvið hjá løgtinginum at taka støðu til.

Atkvøtt varð um hetta, og 16 tingfólk atkvøddu fyri at burturvísa uppskotinum, 17 vóru í móti burturvísing.

Fyrsta viðgerð var so 24.oktober.

Atkvøtt varð eisini um at koyra uppskotið í eina grein 25 nevnd. 

Tann atkvøðugreiðslan var 26.oktober. 16 atkvøddu fyri og 14 ímóti.

Nevndin varð so vald tann 8.november. Í henni hava fýra teir stóru flokkarnir tvey tingfólk hvør, teir smáu eitt tingfólk og uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógvansdóttir er eisini í nevndini. 12 fólk eru í nevndini. 

Nevndin hevur havt 14 fundir frá 14.november til 15.mai sambært heimasíðuni hjá løgtinginum. 

Fólkaatkvøðan

Løgmaður ætlaði at hava fólkaatkvøðu um stjórnarskipanina flaggdagin í ár. Men tann ætlanin varð av ongum.

Í minsta lagi seks mánaðir skulu ganga frá tí, at løgtingið samtykkir stjórnarskipanina, til hon fer til fólkaatkvøðu.

Grein 25 nevndin hevur ikki skrivað álit um uppskotið. Sjey av teimum 12 nevndarlimunum skulu skriva undir eitt álit. 

Og tað hendir ikki, sigur næstformaðurin í nevndini, Bill Justinussen í Miðflokkinum.

Formaðurin í nevndini, Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum, er ikki at hitta.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297