Vípan í HM-finalu

Vípan í HM-finalu
Vípan úr Støkk luttaka í dag í HM-finaluni í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn
Mynd: Fimleikafelagið Støkk // Facebook  
 
10.06.2018 - 10:30

Í hesum døgum er HM í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn. Í gjár vóru innleiðandi umfør, og fimm føroysk lið vóru við í kappingini. 

Tað var tó einans kvinnunglingarnar úr Vípuni, sum megnaður at koma víðari til finaluna í dag.

14 lið komu víðari í gjár, og Vípan er við sum nummar 10.

Antton Laine hevur gjørt seriuna hjá Vípuni, og serian var eisini kosin ársins seria til Fimleikagalla 2018.

Úrslitini í gjár gjørdust hesi: 

Kvinnuunglingar: Vípan úr Støkk 14,9 stig. Eina úr HF 14,2 stig og Nora úr HF 14,05 stig.
Kvinnur: Hydra úr Ljósinum 15,5 stig og Hulda úr HF 14,7 stig.

Finalan byrjaði klokkan 10. Kappingin verður stroymd beinleiðis á netinum, leinkjan er her.

Gev tó gætur um, at tað ikki er Kringvarpið, sum stroymir kappingina. Stroymingin opnar tí í nýggjum vindeyga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216