Ítróttur skal fyribyrja sjálvmorð

Ítróttur skal fyribyrja sjálvmorð
Fólkaheilsuráðið og Frælsur Ítróttur Føroya skipa týskvøldið 3. apríl kl. 19.30 fyri einum fyrilestri um ítrótt sum amboð at fyribyrgja sjálvmorð
Svenski Mattias Sunneborn var einans 15 ár, tá pápi hansara gjørdi sjálvmorð
 
28.03.2018 - 11:14

Tað stendur í tíðindaskrivi frá Fólkaheilsuráðnum og Frølsum Ítrótti Føroya, skrivar in.fo. 

Navnframi svenski ítróttar-úrmælingurin, Mattias Sunneborn, fer at halda fyrilestur um ítrótt sum amboð at fyribyrgja sjálvmorði, og um hvussu ítrótturin hjálpti honum víðari í lívinum. Tá Mattias var 15 ára gamal, tók pápi hansara lívið av sær. Hetta setti djúp sár í sinnið á unga Mattiasi, sum ikki vildi viðurkenna, at pápin hevði gjørt hesa ræðuligu gerð.

Í nógv ár segði hann pápan vera deyðan av øðrum orsøkum. Hann tosaði ikki við nakran um hetta, men græt seg í svøvn manga náttina eftir hetta.

Í dag kennir Mattias týdningin av at tosa um og arbeiða seg ígjøgnum sorgina. Hann er í dag umboðsmaður hjá svenska felagsskapinum Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorð og sjálvmorðsroyndum mest møguligt og fyri at hjálpa øðrum víðari.

Í Svøríki taka um 1.600 fólk árliga lívið av sær, og Suicide Zero arbeiðir á fleiri mótum, sum vit í Føroyum eisini kunnu læra nógv av. Til dømis verður dentur lagdur á, at starvsfólk á skúlum, í eldrarøktini og løgreglu leggja seg eftir at lesa tey tekin, sum sjálvmorðshótt senda. Og at hert eftirlit er við fólki, sum hava verið fyri ógvusligum hendingum.

Í Føroyum vóru frá 2010 til 2015 tilsamans 16 sjálvmorð. So eisini her heima er tað av størsta týdningi at varpa ljós á hetta tabu-kenda evnið, stendur í tíðindaskrivinum. 

Fyrilesturin, sum verður í salinum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu, er ókeypis og byrjar kl. 19.30 tann 3. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297