Ikki tættari álitinum um veiðigjaldið

bannari
Ikki tættari álitinum um veiðigjaldið
Vinnunevndin hevur aftur í dag viðgjørt lógaruppskotið um veiðigjald. Men enn røkist einki fyri, at nevndin kann fara undir at skriva sítt álit.
 
06.03.2018 - 15:13

- Einki av størru, politisku málunum er einfalt, soleiðis sum politiska støðan er. Tað ásannar Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá løgtinginum.

Bjørt Samuelsen uggar seg við, at rímuliga breið politisk undirtøka hevur síðstu árini verið fyri, at fiskivinnan skal gjalda ein part av yvirnatúrliga vinninginum í landskassan. 

Síðstu árini hevur tað verið ásett sum eitt ávíst krónutal fyri hvørt kilo av ávísum fiskasløgum.

- Fá eru glað fyri ta skipanina, og tí er tað framvegis mín vón, at vit kunnu semjast um ein varandi leist fyri, hvussu pengarnir skulu krevjast inn, sigur Bjørt Samuelsen.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum skulu 70% av yvirnatúrliga vinninginum, roknaður eftir einum ávísum frymli, gjaldast í landskassan. 

Lógaruppskotið um veiðigjald varð lagt fyri løgtingið 3. november í fjør, og 1. viðgerð var 16. november.

Men drúgva viðgerðin av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi gjørdi, at Vinnunevndin ikki fekk stundir at viðgera veiðigjøldini fyri jól.

Lógaruppskotið um veiðigjald hevur nú ligið í Vinnunevndini í hálvan fjórða mánaða. Nevndin hevur aftur fund týsdagin, og tá eru veiðigjøldini aftur á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555