Kongshúsið lýsir sorg í ein mánað

Kongshúsið lýsir sorg í ein mánað
Kongshúsið lýsir sorg í ein mánað, nú Heindrikur prinsur er deyður 83 ára gamal.
Mynd: Scanpix / Mads Nissen  
 
14.02.2018 - 10:24

Prinsurin hevur havt ein góðkynjaðan knykil í øðrum lunganum. Hann varð innlagdur á Ríkissjúkrahúsið og viðgjørdur fyri lungnabruna í januar mánað og fríggjadagin boðaði kongshúsið frá, at støðan varð munandi versnað

Í gjár varð hann fluttur av Ríkissjúkrahúsinum til Fredensborg slot, har andaðist hann seint í gjárskvøldi.

Í almennari fráboðan í morgun lýsir Løgmaður samkenslu við hennara hátign Margretu drotning og húski hennara.

Undir yvirskriftini: Ein fyrikomandi føroyavinur farin, skrivar løgmaður, at Heindrikur prinsur var ein avhildin maður í Føroyum, og at honum tóktist at hugna sær og trívast væl millum føroyingar. 

Hann sigur víðari, at "Ofta var hann fúsur við einari knappari og skemtiligari viðmerking, og altíð vísti hann áhuga fyri føroyskum viðurskiftum."

Fyrstu ferð Heindrikur prinsur vitjaði oyggjarnar var í 1971. 

Hetta var árið fyri, at Margreta trúnu-arvingi gjørdist drotning. Heindrikur Prinsur var í alt 10 ferðir á almennari vitjan í Føroyum. Altíð við Margretu drotning við sína lið. Seinastu ferð hann var á almennari vitjan í Føroyum var í 2010.

Heindrikur prinsur varð føddur í 1934 í Fraklandi. Fyrstu árini búði hann í Vjetnam, tók universitetsprógv í Fraklandi og arbeiddi seinni sum diplomatur í London. 

Í 1967 giftist hann Margretu trúnuarvingi. Tey fingu synirnar Krúnprins Fríðrik og Prins Joakim umframt átta ommu- og abbabørn.

Løgmansskrivstovan hevur givið øllum almennum stovnum boð um at flagga í hálvari stong frá í dag til hansara kongaliga hátign verður vælsignaður tann 20. februar 2018. 

Eftir vælsignilsið tann 20. februar verður flaggað við fullari stong til sólsetur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949