Aftur ein bók um læknastríðið

Aftur ein bók um læknastríðið
Bókin, sum hevur heitið Herskin herðindi, verður løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík í annaðkvøld
Arnstein Niclasen hevur skrivað bók um læknastríðið í Klaksvík
Mynd: Dávur Winther  
 
24.07.2017 - 10:15

Ein bók aftrat um læknastríðið í Klaksvík í hálvtrýssunum er komin út. Arnstein Niclasen hevur skrivað bókina. 

Høvundurin lýsir ikki bara søgugongdina undir læknastríðnum, sum hann upplivdi og var ein partur av, við eitt nú at verða við til at leggja “Barm” út sum stongsil fyri Klaksvíkar Havn. 

Men hann hevur eisini við í bókini mong upplýsandi djúptøkin og skemtilig strok um lokalar og politiskar høvuðspersónar undir hesum herviligu herðindunum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Bókin ber heitið Herskin herðindi, læknastríðið í Klaksvík frá 1952 til 1956, millum tvey lond um æru og atsóknir fyri 601,50. 

Bókin verður løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19.30, og har fer høvundurin at greiða frá  bókini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV