Alsamt færri lesa barnablaðið

Alsamt færri lesa barnablaðið
Haldaratølini á blaðnum, sum helst øll kenna, barnablaðið Strok, eru lækkað trý ár á rað
Talið á fólki, sum halda barnablaðið, Strok, minkar alsamt. Tað er serliga í størru skúlunum, haldaratalið minkar
 
09.05.2017 - 16:41

Í skúlaárinum 2011-12 vóru góðir 2400 haldarar - og tvey ár seinni vóru 2500 haldarar. Men árið eftir lækkaði haldaratalið hjá Strok við 500 haldarum.

Síðani hevur tað verið tógvið stríð at hava tað omanfyri 1700. Tað er serliga í størru skúlunum, at haldaratalið lækkar, men fleiri av teimum smærru skúlunum hava lutfalsliga nógv fleiri haldarar. 

Blaðið kom fyrstu ferð út á jólum 1928, og barnablaðið er komið út síðani, Tó varð ein steðgur 1931 til 1959, og blaðið er komið út síðani tá.

Strok hevur gjøgnum tíðina skift skap, form og navn, men innihaldið hevur altíð verið hitt sama. Lesnaður til børn/ung á føroyskum, sum tey halda er spennandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216