Fáa kanska nýggjan borgarstjóra

bannari
Fáa kanska nýggjan borgarstjóra
Sitandi borgarstjórin í Sørvági verður helst avloystur í borgarstjórasessinum, tá nýtt bygdaráð skal skipast
 
09.11.2016 - 11:53

Sørvágs kommuna fær allarhelst nýggjan borgarstjóra. Listi A fekk fýra sessir í bygarráðið.

Tí verður Aimé Jacobsen, ið fekk flestar atkvøður á lista A, borgarstjóri, tí listi A hevur einsamallur meirlutan í Sørvágs bygdaráð.

Listi B, har sitandi borgarstjórin, Sune Jacobsen, stillaði upp til kommunuvalið í gjár, fekk tríggjar sessir, og er tí í minniluta í bygdaráðnum.

Fólkini á lista A hava enn ikki tosað saman, sigur Aimé Jacobsen, ið fekk 61 atkvøður. Hon umhugsar at taka av, fær hon bjóðað borgarstjórasesin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774