Kunnu nú bjóða upp á arbeiðið

Kunnu nú bjóða upp á arbeiðið
Listafólk hava nú møguleika at bjóða seg fram at standa fyri arbeiðnum at prýða nýggja skúladepilin við Marknagil
Tríggjar milliónir krónur eru settar av til at listprýða skúladepilin við Marknagil. Áhugað listafólk kunnu bjóða upp á arbeiðið at prýða skúlan
 
30.06.2016 - 14:05

Listprýðisnevndin fyri Glasir søkir eftir listafólki at koma við uppkasti til listprýðing. Listin skal vera á høgum, listarligum stigi og í nøktandi samspæli við arkitekturin og tí virksemi og teimum fólkum, ið bygningurin skal hýsa.

Freistin at bjóða seg fram, at standa fyri arbeiðnum at listprýða Glasir, er úti 29. august. 31. oktober skal tann, ið fær uppgávuna, leggja eitt uppskot fyri listprýðisnevndina.

Tríggjar milliónir settar av

Út frá uppkøstunum velur listprýðisnevndin tey listafólk út, ið nevndin metir eiga at fáa høvi at gera gjølligari uppskot til listprýðing á ávísum støðum í bygninginum.

Listafólkini verða vald út grundað á metingar av dygdini í uppkøstunum og samspælinum við staðið, arkitekturin, skúlan og brúkararnar.

Tríggjar milliónir krónur eru settar av til at listprýða skúladepilin við Marknagil. Øll listaverk skulu vera liðug og sett upp, tá Glasir verður tikin í brúk næsta summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831