Løgtingsformaður valdur

bannari
Løgtingsformaður valdur
Allir tinglimir hava nú tikið sætið á Føroya Løgtingi, løgtingsformaður er valdur og nøvn eru sett á formansskapin í Løgtinginum
Einki mótuppskot var til Páll á Reynatúgvu, tá Løgtingið einmælt samtykti, at hann verður løgtingsformaður
Mynd: KvF  
 
15.09.2015 - 10:33

Einki mótuppskot var til Páll á Reynatúgvu, sum eitt samt Løgting valdi til løgtingsformann komandi fýra árini.

- Eg fari at gera alt, eg eri mentur at umboða bæði andstøðu og samgongu í starvinum, segði Páll á Reynatúgvu, tá hann varð tilnevndur í Løgtinginum.

Eftir at Løgtingið einmælt hevði samtykt nýggja løgtingsformannin, tá tingið var ðsett klokkan 10, varð formansskapurin í Løgtinginum næstu fýra árini eisini valdur.

Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum er 1. næstformaður, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum er 2. næstformaður og Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum er 3. næstformaður í formansskapinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216