22 atkvøddu fyri at hann verður løgmaður

bannari
22 atkvøddu fyri at hann verður løgmaður
Ein meiriluti í Løgtinginum tekur undir við at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, verður løgmaður næstu fýra árini
22 av teimum 33 tinglimunum atkvøddu fyri at Aksel V. Johannesen tekur við sum løgmaður eeftir Kaj Leo Johannesen
Mynd: Savnsmynd/KvF  
 
15.09.2015 - 11:04

Ein meiriluti í Løgtinginum hevur atkvøtt fyri, at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, tekur við sum Føroya løgmaður eftir Kaj Leo Johannesen.

22 løgtingslimir atkvøddu fyri at Aksel V. Johannesen tekur við sum Føroya løgmaður. 11 løgtingslimir atkvødu blankt tá atkvøðugreiðslan var í Løgtinginum.

Aksel V. Johannesen takkaði fráfarandi løgmanni, og undanfarna løgtinginum í røðuni í tinginum. Samstundis takkaði hann fyri álitið, og segði seg vilja umsita ábyrgdina á besta hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403