Kanna happing millum skúlanæmingar

Kanna happing millum skúlanæmingar
Endamálið er at kanna, í hvønn mun happing er millum føroyskar fólkaskúlanæmingar og at fáa til vega dagførda vitan til tess at minka um happingina
Happing í fólkaskúlanum skal kannast
Mynd: savnsmynd  
 
21.10.2014 - 08:43

Tað skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi

Kanningin fevnir um allar næmingar í 5., 7. og 9. flokki í føroyska fólkaskúlanum, og verður kanningin gjørd í skúlunum í viku 46 og 47, tvs. í døgunum frá 10. - 21. nov. 2014. Nágreinilig avtala um tíð og stað verður í næstum gjørd við skúlaleiðarar og flokslærarar í avvarðandi flokkunum, har fyriskipararnir eisini fara at greiða nærri frá mannagongdunum í sambandi við kanningina.

Tað er Fróðskaparsetur Føroya/Granskingardepilin, sum stendur fyri og ger sjálva kanningina, meðan ein fylgibólkur umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Felagið heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið fylgir arbeiðinum.

Ætlanin við kanningini er at fáa til vega dagførda vitan um happing í skúlunum og eisini eina ábending um, í hvønn mun átøkini, sum sett eru í verk, hava munað, m.a. í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum síðani 2007. Kanningin, sum nú verður gjørd, verður lutvíst gjørd eftir sama leisti sum í 2007, men við dagføringum m.a. viðvíkjandi sosialum miðlum. Kanningin verður gjørd við spurnarbløðum. 

Avtala er gjørd við Fróðskaparsetrið, at kanningin við frágreiðing verður handað Mentamálaráðnum seinast í apríl 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575