Viðgera tunnilsuppskotið í dag

bannari
Viðgera tunnilsuppskotið í dag
Gongst sum ætlað verður koyrandi í Eysturoyartunlinum í 2018 og í Sandoyartunlinum í 2021
Allir flokkar í tinginum eru samdir um tunnilsuppskotið
 
27.02.2014 - 08:53

Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um at stovna partafelag, sum skal byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy og millum Streymoy og Sandoy.

Uppskotið er lagt fram, eftir at allir flokkar gjørdu semju um ætlanina.

400 mió. kr. í partapeningi

Ætlanin er, at landið skal seta 400 milliónir kr. í partafelagið - tær fyrstu milliónirnar í ár, og tær seinastu um 10 ár. Eftir uppskotinum skal verða koyrandi millum Eysturoynna og Streymoynna í 2018, og millum Streymoynna og Sandoynna í 2021.

Fólkatingsessir takast av

Løgtinið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti til samtyktar frá Sjálvstýrisflokkinum um at taka av føroysku fólkatingssessirnar, og Annika Olsen skal svara tveimum fyrispurningum, ein um skúlan við Áir og ein um marknaforðingar.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216