Stór íløga í oljuleiting í Føroyum

Stór íløga í oljuleiting í Føroyum
Tveir leitistjórar hjá stóra amerikanska oljufelagnum, Exxon Mobile, hava verið í Føroyum og fyrireika oljuboringar
Exxon Mobile og Statoil fara undir felags oljuboringar í føroyskum øki.
 
24.07.2013 - 22:09

Exxon Mobile skal standa fyri hesum arbeiði saman við oljufelagnum Statoil.

Hetta skrivar tíðindaportalurin hjá Føroya Oljuídnaði, oljan.fo

Á fleiri fundum
Amerikansku leitistjórarnar hava havt fund við leiðsluna í Statoil og hava eisini verið á fundi við Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi.

Oljan.fo skrivar, at Statoil hevur útvegað ein stóran boripall at bora teir báðar brunnarnar, sum skulu borast í 2014.

Brugdan fyrst
Fyrst verður borað á økinum, sum eitur Brugdan, sum liggur á landgrunninum. Her er talan um at gera ta boringina lidna, sum varð steðgað og útsett í fjør vegna veður og tøkniligar trupulleikar. Byrjað verður komandi vár.

Tá tann boringin er liðug, verður farið undir eina heilt nýggja boring á økinum, sum eitur Súlan/Stelkur, ið liggur skamt frá bretska markinum.

Veldug íløga
Talan er um størstu einstøku íløguna í Føroyum nakrantíð, og fer at kosta umleið hálvaaðru milliard krónur, sambært oljan.fo.

Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, sigur við portalin, at ætlanin er at brúka føroyskar veitarar í sambandi við boringarnar næsta ár - um føroyingar annars eru kappingarførir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216