- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Flettu føroya størsta tarv
17-09-2021
Í Syðradali var føroya størsti tarvur flettur og vigaði hann 1402 pund.
- Tarvurin var ein blanding millum eitt danskt og eitt norskt neytaslag, sigur Sigtór Thorvaldsson Lützen, bóndi í Syðradali.
Tey donsku neytini eru høg og ikki so kraftmikil, meðan tey norsku eru kraftmikil og ikki so stór
- Hesin tarvurin hevði fingið tað høga frá tí danska og tað kraftiga frá tí norska slagnum, sigur Sigtór.
Tarvurin vigaði 1402 pund og úrtøkan var góð 360 kg av kjøti.
Lurta eftir samrøðuni við Sigtór í morgunsendingini.
Her eru nakrar myndir av tarvinum:
Mynd: Sigtór Thorvaldsson Lützen
Mynd: Sigtór Thorvaldsson Lützen
Mynd: Sigtór Thorvaldsson Lützen
Mynd: Sigtór Thorvaldsson Lützen
Mynd: Sigtór Thorvaldsson Lützen
Mynd: Sigtór Thorvaldsson Lützen
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024