Góðan morgun Føroyar

Krav um vinartagging í kappingum er ólógligt
18-06-2021
Brúkaraumboðið mælir fyritøkum frá at seta vinarfrámerking sum treyt fyri at luttaka í kappingum á sosialum miðlum,.

Vit síggja tað javnan á Facebook.

Fyritøkur lýsa við kappingum við vinningum. Einasta treytin er at frámerkja ein vin undir uppslagnum.

Tað tykist harmleyst.

Men í veruleikanum er tað í í stríð við marknaðarføringslógina.

Tað metir brúkaraumboðið, sum vísir á, at tú mást ikki senda talgildar lýsingar beinleiðis til fólk, sum ikki hava biðið um tað.

Tað stendur eisini í vegleiðingini, sum Brúkaraumboðið hevur skrivað og kann lesast her:

Vegleiðing um at brúka kappingar í marknaðarføring av vørum og tænastum

At tagga onkran í eini kapping er at meta sum ein óumbiðin áheitan - vanliga nevnt"spamm", sum eisini er umrøtt í marknaðarføringslógini:

"§ 6. Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta."

Donsk kafé kann vænta bót

Danska brúkaraumboðið hevur ávarað um hetta í fleiri ár.

Úrslitið er, at fleiri fyritøkur, sum hava skipað fyri slíkum kappingum, hava fingið eina ávaring.

Ikki allar hava aktað. Eitt nú ein kafé í Danmark, sum nú er meldað til løgregluna og kann vænta ein stóra bót.

Føroyska brúkaraumboðið er ikki eins strangt og tann danska.

Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri á Brúkaraumboðnum, sigur, at tey enn hvørki hava kannað ella beinleiðis heitt á nakran um at gevast við slíkum kappingum. Hon sigur, at tey ístaðin mæla fyritøkum frá at gera slíkt, meðan tey bíða eftir dómi í umrødda danska málinum.

NB.:
Eftir samrøðuna við Brúkaraumboðið hava bæði umrødda hárfríðkanarstovan og klædnahandilin vent aftur skrivliga.
Bæði siga tað sama matvøruhandilin , at tey vóru ikki greið yvir, at reglarnar eru so.
Og nú segði brúkaraumboðið, at tað er ikki í stríð við marknaðarføringslógina at deila eitt kappingaruppslag. Tað er rætt; men tað er í stríð við innanhýsis reglurnar hjá Facebook, sum siga, at mást gjarna heita á fólk um at bæði deila uppsløg og at frámerkja vinir, men tú ikki seta tað sum eina treyt fyri at luttaka í eini kapping.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024