- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nýggj app til útróðrarmannin
17-06-2021
Blue Lobster eitur nýggj app, sum skal vera eitt millumlið hjá útróðrarmonnum og kundum
Blue Lobster er ein app, sum virkar sum ein talgildur marknaður, har útróðrarmaðurin beinleiðis kann selja til sínar kundar. Hetta kann eitt nú vera ein kokkur á einari matstovu ella ein privat persónur.
Tað var av tilvild at Tórður Pætur Ravnsfjall hitti fólkini, sum settu fyritøkuna Blue Lobster á stovn. Hetta hendi til eitt tiltak í Danmark, sum snúði seg um matvøruídnaðin. Tórður sá stórar møguleikar í Føroyum við einari app til fiskasølu. Nú er hann teirra umboð í Føroyum.
Tey eru í løtuni enn við at menna appina. Eitt nú kannar Tórður hvørji loyvi eru kravd í Føroyum - eitt nú tey heilsufrøðiligu krøvini.
Appin kann tó longu takast niður.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024