- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein kvøða til kærleikan
07-05-2021
Terje B. Vestergaard ger løg til yrkingar, sum verfaðir hansara, Hans á Bakka, hevur skrivað
Hans Jacobsen, eisini nevndur Hans á Bakka, var helst best kendur sum vinnulívsmaður. Men honum dámdi eisini væl at yrkja, og tað eru kanska ikki so nógv, ið kenna til ta síðuna av honum. Tað roynir versonurin, Terje B. Vestergaard, at gera nakað við.
Hans á Bakka andaðist fyri 10 árum síðani, men eftir honum liggja nógvar yrkingar. Terje er hugtikin av, hvussu væl verfaðir hansara dugdi at lýsa og seta orð á við m.a. vøkrum metaforum. Terje hevur gjørt lag til yrkingina 'Lívsins rósa', sum er ein kvøða til kærleikan. Íblásturin til lagið er sprottin úr sjálvari yrkingini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024