Góðan morgun Føroyar

Elsta sjálvstøðuga matstova í Føroyum 50 ár
06-05-2021
Tað er hart arbeiði, sum hevur gjørt, at Muntra hevur hórað undan øll hesi árini, sigur Poul Rustin

Tað er ikki neyðugt at broyta matstovuna, hvørja ferð okkurt nýtt rák tekur seg upp. Bíðar tú nóg leingi, verður tað, sum tú hevur, modernað aftur.

Tað sigur Poul Rustin, sum seinastu 37 árini hevur rikið Muntra, ið hevur egið veitsluhøli, men eisini hevur sera nógvar cateringuppgávur, bæði til stór og smærri tiltøk, almenn, vinnulig og privat.

Matstovan hevur navn eftir horninum við gamla Piddasahandil, har fólk plagdu at hittast til góð prát.

Hetta hornið var í fólkamunni nevnt Muntra, nakað sum Glade hjørn í Havn. Tá matstovan læt upp, var tað upplagt at nevna hana Muntra.

Hetta øki var eitt sosialt miðpunkt við gamla handlinum og fiskastykkinum omanfyri.

Tað var eisini á Muntra, at fólk komu, sum høvdu ørindi í Fuglafirði, eins og sjófólk og ferðafólk, ið eisini brúktu telefonboksina á staðnum.

Rundi dagurin verður hildin í dag, hósdagin, klokkan 14-18.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024