- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Longu tá hann var fimm ára gamal, plagdi hann at hava framførslur fyri hinum børnunum í dagrøktini.
Eftir at gittarin var komin í hús, sat Fróði Bjarnason í fleiri ár heima og skrivaði tónleik. Tá vóru tað bara nøkur fá í nærumhvørvinum, sum hoyrdu tað, ið hann skrivaði.
Seinni, í 2016, kom hann í samband við trummusláaran og slagverksleikaran, Tórð Dam Jacobsen.
Tað var ein nýggj verð, sum læt seg upp tá.
Nakað eftir hetta bleiv verkætlanin til ein fulmannaðan bólk, tá Robert Bjarnason, Árni Jóhannesson og Rasmus Vigant Samuelsen komu við.
Nú hevur bólkurin verið í Studio Bloch, og útgávan, Stationary Things, er gjørd.
Hon kemur á marknaðin í juni, men longu nú er fyrsti sangurin, Infinitely Forever, tøkur.