Góðan morgun Føroyar

Alzheimerfelagið fingið umbering
03-05-2021
- Eg angri, eg brúkti hatta orðavalið, og vil gjarna biðja um umbering, sigur Jógvan Páll Lassen, nú Alzheimerfelagið finst at hansara lesarabrævi.

Í farnu viku talaði Alzheimerfelagið at eini orðing, ið stóð sum yvirskrift í einum lesarabrævi frá Jógvan Páll Lassen.

Yvirskriftin var "Hevur Astrup Alzheimer?"

- Avvarðandi hava verið stoytt av hesum, og eisini tey, sum eru sjúk. Tey fylgja eisini við í tí, sum hendir í almenna rúminum, og hetta er ein bólkur í samfelagnum, sum ikki kann svara fyri seg, sigur Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum.

Hon heldur, at tað er sera óheppið, at Jógvan Páll Lassen velur at brúka orðið Alzheimer í lesarabrævinum.

- Tað er jú ein álvarsom sjúka, og tað er ein lækni, sum skal seta diagnosuna og ikki nakar annar, staðfestir Ann-Mari Jensen.

Jógvan Páll Lassen angrar í dag, at hann brúkti orðingina í lesarabrævinum.

- Eg angri, at eg brúkti hatta orðavalið, og vil gjarna biðja um umbering. Eg veit alt um Alzheimer, tí vit hava havt tað í familjuni í nógv ár, sigur Jógvan Páll Lassen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024