- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
– Eg fari sjálvboðin, sigur Sigga Arge við einum brosi.
Í desember í fjør bleiv hon 70 ár, og tí hevur hon nú avgjørt, at lata onkrum øðrum sessin.
Sjálv tók hon við 1. februar í 1993. Tá bleiv hon skrivari hjá Niels Paula Danielsen, sóknarpresti.
Tá var skrivstovan í prestagarðinum á Brekku. Hesi árini hevur Sigga Arge verið skrivari hjá átta ymiskum prestum.
Hetta hevur verið eitt spennandi starv. Tú kemur í samband við ógvuliga nógv fólk, og øll vita, hvør ein er.
Eitt serstakt vð hesum arbeiði er, at mest sum alt verður skrivað við hond. Tá nýggjari tøkni verður nýtt er talan um skrivimaskinu.
Hetta hevur mær dámað væl, ásannar Sigga Arge.
Ein fyritreyt hjá nýggja skrivaranum er tí, at viðkomandi hevur eina týðuliga handskrift, sum er løtt at lesa.
Átta umsóknir vóru til starvið, sum Sigga Arge nú fer úr.
Í eina tíð fer hon kortini at leggja nýggja skrivaranum lag á.