- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Seinastu fýra árini hevur 29 ára gamla Døgg Durhuus, sum býr í Keypmannahavn, havt serstakliga lítið burturkast í húsarhaldinum.
Døgg Durhuus livir eftir grundregluni, at hon skal tveita minst møguligt í ruskspannina og ikki brúka meir enn neyðugt - altjóða heitið fyri henda lívsstílin er "Zero Waste".
– Hetta broytir so at siga als ikki mína lívsgóðsku. Altso um eg havi ein sjampodunk standandi inni í baðirúminum, ella um tað er ein føst sápa. Tí er tað ikki trupult fyri meg at liva soleiðis, sigur Døgg Durhuus, sum er útbúgvin í orkuverkfrøði.
Fyri at tveita sum minst í ruskspannina og avmarka sítt forbrúk hevur Døgg Durhuus fingið sær ávísar vanar.
– Tá eg fari til handils havi eg ymisk íløt og krukkur við mær, soleiðis at eg kann keypa ymiskt í leysvekt. Og so havi eg altíð eitt berinet við mær, soleiðis at eg ikki skal keypa ein plastikkposa hvørjaferð, fortelur Døgg Durhuus.
Harafturat brúkar hon ikki vanligt tannkrem í tupu, sum flest onnur gera.
– Eg brúki nakrar tablettir, sum við eitt sindur av vatni blíva til eitt slag av tannkremi í munninum. Á tann hátt sleppi eg undan øllum vatninum, sum verður fylt í og eini tómari tupu, sum má tveitast burtur, sigur Døgg Durhuus.
Í morgunsendingini greiddi Døgg Durhuus frá lívsstílinum og um teir ymisku vanarnar, hon hevur.
Til ber at lesa meir um Døgg Durhuus og hennara lívsstíl á nordicdew.com