Góðan morgun Føroyar

150 framsýningarbilar á Svangaskarði
16-04-2021
Vit hava brúkt umleið 350 tímar at flyta bilar til framsýningarøkið, sigur Ian Jacobsen, nevndarlimur í B68

Nú felagið aftur er í bestu deildini, er neyðugt at styrkja fíggjarliga partin hjá B68. Ein liður í hesum er bilafestivalurin, ið verður á á Svangaskarði um vikuskifti.

Umleið 150 bilar eru á økinum, og stórt tjald er sett upp. Hetta verður alt karmur um ein fjøllbroyttan bilafestival.

Umframt at flest allar bilasølur í Føroyum eru umboðaðar, verður eisini pallborðskjak. Kjakast verður um el-bilar mótvegis vanligum bilum.

Um hetta eydnast væl, verður bilafestivalurin á Svangaskarði eitt árligt tiltak, siga Petur Gaardlykke, varaformaður og Ian Jacobsen, nevndarlimur í B68.

Bilafestivalurin er leygardagin og sunnudagin. Báðar dagar frá klokkan 14 til 20. Tað er ókeypis atgongd.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024