Góðan morgun Føroyar

Marjun gevst sum løgmansstjóri
08-04-2021
- Hetta er eitt arbeiði, sum krevur, at tú tímir tað væl og hevur nógva orku, sigur Marjun Hanusardóttir, sum í summar gevst sum løgmansstjóri.

- Mann skal tíma tað væl og hava nógva orku.

Soleiðis sigur Marjun Hanusardóttir, tá hon verður spurd, hvørji góð ráð hon hevur til persónin, sum skal koma í hennara stað á løgmansskrivstovuni. Tí 1. august í ár gevst hon formliga sum løgmansstjóri. Tá hevur hon verið løgmansstjóri hjá seks løgmonnum.

Sambært Marjuni Hanusardóttir er hetta eitt starv, sum hevur fylt sera nógv.

- Hetta er á ongan hátt eitt átta til fýra arbeiði, tí er okkurt mál, sum er umráðandi at fáa avgreitt her og nú, ja so mást tú til arbeiðis. Líka mikið hvør dagur í árinum talan er um, sigur Marjun Hanusardóttir.

- Tá tú situr við einum máli, so veitst tú ikki altíð í løtuni, hvussu málið kann útvikla seg. Men tíbetur havi eg góð evni at blaða um og fara víðari, sigur Marjun Hanusardóttir og vísir á mál, sum hon minnist serliga væl frá teimum 25 árunum á løgmansskrivstovuni.

- Tað hava verið fleiri stór mál. Eitt nú bankamálið, fullveldismálið, Visjón 2015, ES boykottið, skálafjarðartunnilin og so framvegis. Ikki øll hava verið so behagilig, sigur Marjun Hanusardóttir.

Í morgunsendingini hugdi Marjun Hanusardóttir á hesi 25 árini sum løgmansstjóri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024