- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Staðsetingin ger, at tað hevði verið upplagt at havt eina eina sporingarstøð her, sum kann taka dátur niður frá fylgisveinum.
Eisini høvdu Føroyar verið vælegnaðar til at sent fylgisveinar í umferð kring knøttin.
Hetta eru David Arge Klevang Pedersen, frá DTU Space, og Johan Mortensen, ráðgevi hjá Føroya Teles, samdir um. Báðir síggja stórar møguleikar í rúmdarvirksemi í Føroyum.
Í dag klokkan 16 fer David at halda almennan fyrilestur í Kongshøll um sítt slóðbrótandi arbeiði við rúmdartøkni.
Hann fer at røða um PIXL-myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann stóð fyri at menna og er við til at stýra av jørðini.
Myndatólið er eitt lyklatól á akfarinum hjá NASA, Perseverance Rover, sum nú leitar eftir lívi, sum kanska var, á reyðu gongustjørnini.
Fyrilesturin hjá Davidi verður hildin á enskum, men spurningar og svar eru á føroyskum. Fullteknað er til fyrilesturin, men hann kann stroymast her.
Tað eru Føroya Tele og Fróðskaparsetrið, ið stíla fyri fyrilestrinum um rúmdartøkni .
Hann byrjar klokkan 16 í dag og kann stroymast her.