- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Stórur áhugi fyri magaballón
30-11-2020
Í Føroyum eru mong, sum fáa sær ballón í magan fyri at klænka seg
Nordic Gastric Balloon er eitt toymi av læknum úr Keypmannahavn, sum koma til Heilsudepilin í Miðvági at leggja Elipse-ballónir í magan.
Elipse-ballónin er fyrsta av sínum slag, sum er í einum kapsli, ið skal svølgjast. Tá ið ballónin er komin niður í magan, verður hon fylt við serligari vætu ígjøgnum ein tunnan ledning, sum er fastur í ballónini.
Tá ið ballónin er fylt upp við 550 millilitrum av vætu, tekur hon umleið 70 prosent av magasekkinum. Læknarnir eru í Føroyum umleið eina ferð um mánaðin. Teir eru aftur í Føroyum í januar.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024