- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Vit hava eina miðaldarliga fatan av orsøkini til at fólk eru bundin at rúsdrekka og rúsevnum, og tí er neyðugt, at viðgerðarhættirnir verða broyttir.
Tað heldur Henrik Rindom, sum er psykiatari, yvirlækni og serfrøðingur í rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Harafturat er hann granskari og hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um evnið.Henrik Rindom er knýttur at danska viðgerðarstovninum NovaVi, har eisini føroyingar hava verið í viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikar.
Í hesum døgum er Henrik Rindom saman við stjóranum í NovaVi, Mikael Jakshøj, í Føroyum fyri at kunna fakfólk og politikkarar um tíðarhóskandi rúsdrekka- og rúsevnisviðgerð.
- Aloftast koma fólk í viðgerð, tá tey eru komin rættiliga illa fyri og eru veruliga bundin at alkoholi ella rúsevnum. Okkara royndir og granskingarúrslit vísa heilt greitt, at tað snýr seg um at geva skjóta, professionella hjálp. Tað vil siga, at vit eiga longu at fáa fatur á teimum, tá tey eru ung og byrja at fáa keðiligar vanar við rúsdrekka ella rúsevnum, sigur Henrik Rindom.
- Royndirnar hjá NovaVi seinastu 60 árini eru, at tað er størri tørvur á tilboðum til ambulanta viðgerð enn til innlegging, og langtíðarúrslitini eru nógv betri, sigur Mikael Jakshøj, stjóri á NovaVi.
- Endamálið er til eina og hvørja tíð, at fólk, sum fáa viðgerð, skulu hava møguleika at koma styrkt út úr støðuni, tey hava verið fastløst í, og kunnu liva eitt vanligt lív í framtíðini. Og fyri samfelagið gevur hetta økt tilfeingi og minkar um útreiðslurnar, sigur Henrik Rindom.