Góðan morgun Føroyar

Hvannasunds kirkja fingið nýtt orgul
21-10-2020
Gamla orglið stendur nú í Elduvíkar kirkju

Í nógv ár hevur verið ynski um eitt nýtt orgul í Hvannasunds kirkju. Tað gamla orglið fylti ikki nóg nógv í kirkjuni, tá nógv fólk er í kirkju.

Ein av stigtakarinum er Jógvan Josias á Hædd. Hann greiðir frá, at tilgongdin til nýggja orglið byrjaði longu í 2009, tá tey settu seg í samband við Frobenius & Sønner, orgulbyggjarar. Eitt ynski um eitt kirkjuhús kom stutt eftir, og tí var tað ov nógv at hava tvær verkætlanir koyrandi í senn. Tá kirkjuhúsið varð liðugt í 2016, fóru tey undir aftur at fáa eitt nýtt orgul til kirkjuna.

Gudmund Mortensen, organistur, var í Hvannasundi og góðkenti nýggja orglið:

- Hetta er eitt gott orgul, tey hava fingið í Hvannasundi. Eitt stórt orgul til eina lítla kirkju, har uppsetingin er góð og riggar væl.

Tað tekur áleið 2400 arbeiðstímar at byggja orglið.

Morgunsendingin var við, tá nýggja orglið skuldi góðkennast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024