Góðan morgun Føroyar

Hepni føroyingurin hevur gjørt vart við seg
20-10-2020
Føroyingurin, sum hevur vunnið 15 milliónir í Lotto, vil vera fullkomiliga dulnevndur

Í meir enn eina viku hava tey í Danske Spil bíðað eftir, at hepni føroyingurin, sum hevur vunnið 15 milliónir krónur í Lotto, fór at gera vart við seg.

Men nú hava tey funnið eigaran av teimum 15 milliónunum.

- Tað var um vikuskiftið, at viðkomandi vendi sær til okkara. Tað gjørdi persónurin ikki fyrr enn nú, tí viðkomandi var veruliga tikin á bóli, tá viðkomandi fann útav, at milliónirnar vóru hansara.

Soleiðis sigur Camilla Cornelius, sum er fjølmiðlafólk í Danske Spil.

Sambært henni var vinnarin eisini bangin fyri at avdúka seg sjálvan sum eigara av teimum 15 milliónunum, og tí tordi persónurin ikki at fara inn aftur í Kiosk Activ í Havn, har seðilin var keyptur.

- Vinnarin hevur lagt okkum eina við, at viðkomandi vil vera fullkomiliga dulnevndur, og tí hava vit sjálvandi virðing fyri. Av tí sama kunnu vit heldur ikki upplýsa kyn ella aldur, sigur Camilla Cornelius.

Vinnarin hevur fingið útgoldið 200.000 krónur av samlaðu upphæddini, og restin verður flutt á konto um eina tvær vikur ella har á leið, upplýsir Danske Spil.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024