Góðan morgun Føroyar

LGBT gjørt orðalista um kyn og kynsliga sannføring
19-10-2020
Nú er ein orðalisti gjørdur, sum greiðir frá um kyn og kynsliga sannføring. Tað er LGBT Føroyar, sum hevur gjørt føroyska listan

Millumkyn, panseksuellur og viðkyn.

Hetta eru nøkur av orðunum, ið eru at finna í nýggja orðalistanum hjá LGBT Føroyar. Ein orðalisti, sum inniheldur øll tey ymisku heitini, tá tað snýr seg um kyn og kynsliga sannføring. 

- Vit halda, at tørvur hevur verið á einum føroyskum orðalista. Hóast fleiri munnu kenna heitini á enskum og donskum, so er umráðandi, at mann verður umboðaður í sínum egna máli, sigur Siri S. Hansen, umboð fyri LGBT Føroyar.

- Tað liggur jú eisini ein kunning í tí, tí tað eru ikki øll, sum vita, hvat bókstavirnir standa fyri, sigur Siri S. Hansen og vísir á, at orðalistin ikki er ætlaður einum ávísum málbólki:

- Orðalistin er ætlaður føroyskum LGBTarum, har teir kunnu fara inn og hyggja eftir, hvar hoyri eg heima, ella hvar kenni eg meg aftur. Samstundis er hetta eisini til føroyingar, sum ikki kenna heitini og vita, hvat liggur aftanfyri heitini og bókstavirnar, greiðir Siri S. Hansen frá.

Í morgunsendingini greiddi hon frá orðalistanum og fortaldi, hví hann er neyðugur.

Orðalistin kann síggjast á lgbt.fo.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024