- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Líka nógv at rudda sum vanligar ólavsøkur
30-07-2020
Hóast myndugleikarnir mæltu fólki frá at fara í býin á ólavsøku, hevði reinhaldið úr at gera í morgun at rudda býin. Hoyr samrøðuna her
Jørmund Olsen, formaður fyri reinhaldinum hjá Tórshavnar kommunu undrast yvir, hvussu nógv fólk hevur verið í býnum í gjárkvøldið og í nátt, tí myndugleikarnir hava havt síni tilmæli í sambandi við korona-smittuna, sigur hann í samrøðu við morgunsendingina í Útvarpinum.
Allan Clementsen, sum koyrir ein av teimum stóru sópingarbilunum hjá kommununi, sigur, at hóast nógv fólk eru í býnum tá teir byrja at rudda um morgunin, eru fólk blíð og hampilig og flyta seg fyri amboðunum hjá kommununi.
Hoyr samrøðuna við Jørmund og Allan, sum var í sendingini "Góðan morgun Føroyum" í morgun.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024