- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ung í Føroyum er ein listastevna fyri ung í Føroyum millum 13 og 19 ár. Stevnan er tríggir dagar og er skipað sum ein lega. Tveir teir fyrstu dagarnir eru verkstovur um dagin og innanhýsis framførslur um kvøldið. Triðja dagin eru fyrireikingar til framførsluna og stevnan endar við, at tey luttakandi vísa fram tað, sum tey hava skapt.
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge hevur verið til listastevnuna tvær ferðir áður. Hon sigur, at hon millum annað lærdi sera nógv um seg sjálva. Eisini fekk hon fleiri nýggj vinfólk, sum hon enn hevur samband við.
Tey ungu kunnu velja ímillum seks ymiskar verkstovur:
Tónleikur við Heðin Ziska Davidsen
Skriving við Marjun Syderbø Kjelnæs
Dansur við Katyu Nielsen
Myndlist við Jón Sonna Jensen
Foto við Lydiu Hansen
Sjónleikur við Búa Dam
Tekningarfreistin er 7. februar og tú kanst tekna teg her