Frætt og fregnað

Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (1:4)
02-12-2012
Í hesum fyrsta partinum eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt.

Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið.

Teir upplivdu mangt og hvat og hittu bæði íslendingar og føroyingar, sum eru bústiandi í Íslandi. Í hesi fyrstu sendingini eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt.

Í Reykjavík verður vitjað í skóbúð á Laugarvegi, har 83 ára gamla Dagmar Didriksen hevur selt skógvar í nærum eina hálva øld.

Frætt og fregnað

Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.

Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.

Grótgarðarnir á Viðareiði eru nakað heilt serligt, teir eru best prógvið um, hvussu nógv arbeiði tey gomlu løgdu í at lívbjarga sær. Og tí skulu teir varðveitast.
19-09-2010
Í Fámjin hava tey nú skipaðar túrar, so ferðafólk hava betri høvi at síggja eina av vakrastu bygdunum í landinum
21-05-2010
Hesa ferð vitjar "Frætt & Fregnað" í Svínoy, har tosað verður við fólk um ymisk viðurskifti í bygdini.
07-05-2010
Hesa ferð verður gerandisdagurin hjá fólki, ið búleikast við Gjógv, lýstur.
23-04-2010
Hesa ferð er "Frætt og fregnað" í Skúvoy, har fleiri forkunnug evni í bygdini verða lýst.
26-03-2010
"Frætt og fregnað" er aftur góð 10 ár eftir fyrsta umfar. Í hesari fyrstu sendingini av øðrum umfari skulu vit frætta úr Nólsoy
12-03-2010
  •