- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið.
Á hvørjum heysti er tað ein stórhending við Skagafjørðin, tá nógv hundrað ross, sum hava gingið leys í fjøllunum, verða rikin oman í kendastu hestarættina í Íslandi. Landmannalaugar er eitt framúr spennandi og litríkt fjallaøki, sum er ógviliga væl umtókt millum ferðafólk. Í bygdini Grenevik við Eyjafjørðin á Norðurlandinum vísir ein føroyingur "Frætt og fregnað" runt. Har búgva 350 fólk, men tey vilja ikki hoyra talan um at leggja saman við næst størstu kommununi í landinum.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.