- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
23. sunnudagur eftir tríeindardag eftir fyrru tekstarøð.
Matteus evangelistur skrivar í kap. 22,15-22.
Skattapeningurin
v15: Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum.
v16: Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun.
v17: Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?»
v18: Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg?
v19: Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar.
v20: Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?»
v21: Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!»
v22: Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað.