Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 11. november 2023
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

23. sunnudagur eftir tríeindardag eftir fyrru tekstarøð.

Matteus evangelistur skrivar í kap. 22,15-22. 

Skattapeningurin 

v15: Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum.  

v16: Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun.  

v17: Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?»  

v18: Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg?  

v19: Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar.  

v20: Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?»  

v21: Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!»  

v22: Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað. 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024