Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 28. oktober 2023
28-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Hetta heilaga evangeliið til 21. sunnudag eftir tríeindardag, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Jóhannes evangelistur kap. 4,46-53.


v46: Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá. 
v47: Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja. 
v48: Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.» 
v49: Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!» 
v50: Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. 
v51: Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi. 
v52: Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.» 
v53: Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara.

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024