Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 7. oktober 2023
08-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

18. sunnudagur eftir tríeindardag.
Matteus evangelistur kap. 22,34-46.
Hitt stóra boðið í lógini

v34: Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman; 
v35: og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: 
v36: «Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?» 
v37: Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!» 
v38: Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. 
v39: Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!» 
v40: Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.»

Jesus spyr um Messias
v41: Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði: 
v42: «Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.» 
v43: Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: 
v44: «Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!» 
v45: Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» 
v46: Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024