Brunsj

Brunsj við Vígdis Sigmundsdóttir
05-09-2020
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá 86 ára gomlu Vígdis Sigmundsdóttir á Tvøroyri, har hon hevur búð síðan 2006 og fingist við myndlist burturav.

Vígdis Sigmundsdóttir er fødd á Tvøroyri, men flutti til havnar við foreldrunum Sigmund Petersen og Herborg í Búri sum fimm ára gomul. 

Umframt at velja sangirnar í sendingini greiðir Vígdis frá síni lívsleið. Vit hoyra um familjuna og barnaárini undir krígnum í Havn og Skopun, ungdómsárini á háskúla, húsholdningskúla og seinni sjúkrarøktarfrøðingarskúla í Danmark.

Aftaná lokna útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í Randers fekk Vígdis starv á operationsdeildini í Randers Central Sygehus. Tað var í hesum tíðarskeiði, at hon møtti sínum lívs kærleika, Ole Munksgaard-Nielsen, og saman bygdu tey "Bakkehuset" uttanfyri Randers. Har búleikaðust tey saman við tvillingasynum teirra og fleiri ymiskum húsdjórum, líka til Ole gjørdist sjúkur og doyði í 1983. 

Tá flutti Vígdis aftur til Føroyar og fekk eitt nýupprættað starv sum innkeypari á Landsjúkrahúsinum. Hon innførdi nýggjar hættir at forsýna tær ymisku deildirnar og arbeiddi á LSH í 16 ár, til hon fór frá vegna aldur í 1997.

Vígdis er eisini útbugvin inandura arkitekt, men best kend sum myndlistakvinna innan myndklipp.

Hóast hon er vorðin 86 ár er Vígdis Sigmundsdóttir enn virkin myndlistakvinna, og fyri tíðina er hon við á framsýning í Salt á Tvøroyri.

Vígdis hevur eisini eina heimasíðu, har fleiri av hennara verkum kunnu síggjast: www.sigmundsdottir.dk

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eir á Varðabyrgi í Havn
22-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Eli og Lilliuni á Ágarði heima á Sandi
15-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Óluvu og Andrew í Fjósagøtu í Havn
08-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Oddbjørg á Spógvavegi í Havn
24-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Elisabeth og Klæmint í Skálavík
10-09-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Ester á Bóndaheygi í Vesturbýnum í Havn
12-06-2022
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Linda frá sínum trupla barndómi og avbjóðandi lívsleið.
04-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Poul og Ellu á Müllersgarði í Havnadali
28-05-2022
Sent varð beinleiðis heima úr stovuni í barnaheiminum á Traðarvegnum í Havn, har Eirik Suni og Tóra hava búð síðan 2015
07-05-2022