Breddin

Breddin: Valdsjavnvágin í heiminum og fólkaræðið
01-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.


Í ár verða fleiri enn 70 val hildin kring heimin, og tað kundi sæð út sum eitt sigursár fyri fólkaræðið, at meira enn helmingurin av heimsins íbúgvum búgva í londum, har tað í ár verður landsumfatandi val.

 

Men tað eru fleiri og fleiri, sum spyrja, um fólkaræðið, sum vit kenna tað hevur ein lokadag - og kann 2024 gerast eitt ár har valdsjavnvágin í heiminum broytist og harvið eisini støðan hjá vesturheiminum?

 

USA verður bjóðað av sum stórmakt av antidemokratiskum stórveldum. Samstundis eru ógvuslig antidemokratisk rák í fleiri vesturlendskum londum.
Í

Breddanum í dag spyrja vit um fólkaræðið er fyri hóttafalli!

 

Samrøður við Jens Christan Svabo, Phd og lektari á Fróðskaparsetri Førpya og Heina í Skorini, Phd og lektari á Fróðskaparsetri Føroya

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í allenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024