- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Tvey evni eru á Breddanum í dag.
Fleiri enn 200 sivilfólk eru higartil deyð í stríðnum millum Ísrael og Hamas sum kyknaði fyri meir enn eini viku síðani. Túsundstals rakettir eru farnar um markið úr Gaza til Ísraels meðan ísraelskar bumbir hegla niður yvir Gazageiran úr ísraelskum stríðsflogførum.
Vit fara afturum søguliga stríðið millum partarnar, men vit hoyra eisini tað nýggjasta úr Ísrael og hoyra millum annað hvat tað var sum hendi um vikuskifti, tá ísraelska hermegin boðaði frá, at tey høvdu sent hermenn inn í Gazageiran, fyri síðani at siga, at tað ikki passaði kortini.
Vit tosa við Allan Sørensen, miðeysturkorrespondent hjá Kristeligt Dagblad, sum er staddur í Jerusalem, og Heina í Skorini, Ph.D. í altjóða politikki.
Men fyrst, so eru aftur fleiri føroyskar fyritøkur, sum ikki megna at fáa starvsfólk til sítt virksemi.
Vinnuhúsið segði mánadagin, at tað nú er nærum dagligur kostur, at fyritøkur ikki megna at fáa skikkaði starvsfólk.
Høvrji eru hesi fólkini, hvat er ávirkanin og hvussu fáa fyritøkurnar atgongd til starvfólkini tær hava tørv á?
Vit tosa við hotellleiðaran á Hotel Brandan og stjórin í Vinnuhúsinum er gestur í útvarpstovuni.
Gjørt sendingina hava Krista Johnsdóttir Kreutzmann, Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen, sum eisini er redaktørur.