Breddin

Breddin
18-05-2021
Arktis og ríkisfelagskapurin

Á øðrum sinni innan eitt ár, var ein amerikanskur uttanríkisráðharri í Danmark at mýkja sambondini við londini í ríkisfelagskapinum.
Anthony Blinken var á almennari vitjan og takkaði Danmark fyri sín innsats í arktis og fyri góða samstarvi við Føroyar og Grønland. Men hvat stendur eftir vitjanina í gjár, og hvør er Anthony Blinken.
Tað frætta vit meira um seinni í sendingini, tá vit tekna vangamynd av amerikanska uttanríkisráðharranum, og vit tosa við Jenis av Rana, landstýrismann í uttanríkismálum um hvat ítøkjuligt kom burturúr amerikansku vitjanini í gjár.
Síðst í sendingini koma tvær tingkvinnur eisini í útvarpsstovuna at kjakast um støðuna hjá Føroyum nú tað tykist greitt, at mantraðin um at arktis skal vera eitt friðarøkið er undir størri og størri trýsti.

 

Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzamnn, Arnfríð Joensen Dahl, Kaj Joensen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024