- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
May-Britt Skoradal, varadekanur og námslektari á Fróðskaparsetrinum, vardi fríggjadagin phd ritgerð sína við heitinum Football is medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases.
Niðurstøðan í kanningini hjá May-Britt Skoradal er, at heilsufótbóltur hevur eina jaliga ávirkan á fólkaheilsuna.
Blóðtrýst, kolesterol og blóðsukur fall hjá teimum, ið vóru við í kanningini. Og beinagrindin styrknaði, feittmassin minkaði og vøddamegin vaks.
Og tað besta av øllum er, at konseptið er púra klárt at seta í verk. Vit tosa við May-Britt Skoradal um ritgerðina.
Loysing í eygsjón
Skotski tjóðskaparflokkurin SNP gjørdist stóri sigursharrin á skotska valinum í farnu viku.
Og í havsbrúnni hómast nú ein nýggj fólkaatkvøða um loysing.
Vit viðgera politisku støðuni í okkara grannalandi við søgufrøðinginum Oddi á Lakjuni.
Luttakarar: May-Britt Skoradal, Pál Weihe, Magni Mohr, Kaj Leo Holm Johannesen og Oddur á Lakjuni.
Gjørt sendingina hava Arnfríð Joensen Dahl og Jógvan Skeel Nolsøe. Redaktørur var Hallur av Rana.