Breddin

Breddin
06-05-2021
Dagstovnaøkið er undir trýsti - normeringarnar eru ov lágar, og námsfrøðingarnir eru ov fáir.

Fyri viku síðani legði Heri á Rógvi fram temafrágreiðing hja Búskaparráðnum um starvsfólkatørvin næstu 10 árini á vælferðarøkinum. Niðurstøðan er greið - stórar avbjóðingar eru á eldra-, heilsu- og barnamenningarøkinum. Vit tosa við Hera á Rógvi um tørvin á dagstovnaøkinum.

Í dag er júst ein vika síðani, at Asta í Toft segði upp sum leiðari fyri Miðstovnin í Gamla Realskúlanum í Havn. Gjøgnum síni 24 ár sum leiðari fyri stovnin hevur Asta upplivað mangt og hvat. Hon hevur upplivað vøkstur og menning á dagstovnaøkinum - og hon hevur upplivað skerjingar og sparingar.
Eftir hennara tykki er farið at ganga skeiva vegin - útbúnu námsfrøðingarnir á stovninum gerast alsamt færri. Viðhvørt eru starvsfólkini so fá til arbeiðis, at neyðugt er biðja foreldrini koma eftir børnunum mitt á degi. Vit hava eina longri samrøðu við Astu í Toft um arbeiðið og avbjóðingarnar á hennara nú fyrrverandi arbeiðsplássi.

Sum foreldur er Bergdis Gisladóttir ørkymlað av støðuni á dagstovnaøkinum. Hon umboðar ein stóran og vaksandi skara av foreldrum, sum eftirlýsa fleiri starvsfólk at taka sær av børnunum. Vit tosa við Bergdís Gisladóttir, sum er ein av stigtakarunum til facebookbólk við útvið 800 limum, ið ynskja broytingar og ábøtur á økinum.

Eisini tosa vit við Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagogfelag, um avbjóðingarnar á dagstovnaøkinum. Síðst í sendingini er Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, gestur á Breddanum.

Lagt til rættis: Arnfríð Joensen Dahl, Jógvan Skeel Nolsøe og Jón Brian Hvidtfeldt
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024